Trygd
Í neyð
Fylg boðunum hjá havnarfólkunum, hav børn undir eftirliti við bryggjuna og ring 112 í neyð.
Vakttelefonir
Trygd á stevnuni
Ring 112 alt fyri eitt, um okkurt álvarsligt hendir. Veit fyrstuhjálp.
Sig:
- Hvat er hent.
- Hvussu nógv eru í vanda.
- Hvør tú ert.
- Hvaðani tú ringir.
- Hvar eldur er í, um talan er um eld.
Í neyðstøðu á sjónum skalt tú senda neyðarkall á VHF-rás 16. Hav altíð rás 16 opna. Nýt VHF fyrst og fartelefon í aðru røð.
MRCC heitir á øll, sum sigla:
- Sigl ikki ávirkaður.
- Sigl ikki troyttur ella móður.
- Hav kravdu bjargingarútgerðina umborð.
- Royn radioútgerðina regluliga. Kalla Tórshavn Radio og bið um eina radioroynd. Enda kallið við at siga, hvørjari rás tú ert á. Royndin er ókeypis.
- Nýt vit og skil og góðan sjómansskap.
Ver í bjargingarvesti undir sigling. Í minsta lagi tveir bátar skulu fylgjast.
Ver liggjandi millum kl. 22.00 leygarkvøld og kl. 10.00 sunnumorgun. Sigl ikki í hesum tíðarskeiði.
MRCC hevur telefon 351300 og heimasíðuna www.mrcc.fo.
Fyri smábátar verður víst til Løgtingslóg nr. 25 frá 12. apríl 2006 um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT). Lógin er á www.logir.fo.
Bátabrúgvarnar liggja út frá keiini. Størri bátar og dekksfør liggja fram við bryggjukantinum móti Havnaskrivstovuni. Pláss er fyri umleið 120 bátum. Sí kortið yvir økið.
Bátshakar og bjargingarkransar eru sjónligir:
- Á hvørjari bátabrúgv.
- Á keiini við landgongdirnar.
- Við flakavirkið.
- Á el-steyrum á keiøkinum.
Trygdarnet við bátabrúgv skulu fyribyrgja, at fólk detta á sjógv. Net at heingja millum bát og brúgv eru eisini tøk á økinum og skullu bátar seta upp net um vandi er at detta niður ímillum bát og brúgv.
Um onkur dettur á sjógv:
- Royn at fáa viðkomandi upp skjótast gjørligt.
- Veit fyrstuhjálp alt fyri eitt.
- Send boð eftir lækna, um neyðugt.
- Ring til samarittarnar á 283629. Norðoya Bjargingarfelag hevur fólk á staðnum á 224148 og 285900. Tú kanst eisini ringja 112.
Um eldur kemur í ein bát við bátabrúgvarnar:
- Bjarga teimum, sum eru í vanda.
- Fá øll úr bátinum upp á land.
- Flyt bátin burtur frá øðrum bátum.
- Royn at sløkkja.
- Ring 112.
Fýra stórar hurðar eru í tjaldinum, tvær á hvørjari síðu. Eisini eru smærri hurðar. Neyðútgongdirnar eru merktar við EXIT-skeltum.
Síðurnar á tjaldinum kunnu takast niður, um neyðugt er at fáa fólk skjótt út.
Pulvursløkkjarar, CO2-sløkkjarar og eldteppi eru á sjónligum støðum í tjaldinum. Har matur verður gjørdur, skal vera ein 6 kg pulvursløkkjari og eitt eldteppi.
Um eldur kemur í:
- Bjarga teimum, sum eru í lívsvanda.
- Ring 112. Sig, hvar eldur er í, og gev upplýsingarnar, sum standa undir «Tá ið tú ringir 112».
- Fá øll út skjótast gjørligt. Far til nærmastu úthurð. Øll, sum eru í vanda av royki ella eldi, skulu út.
- Royn at sløkkja eldin og lata hurðar og vindeygu aftur. Um einki er at gera, far út.
- Far til savningarstaðið við frostgoymsluna.
- Greið løgreglu og sløkkiliði frá støðuni, tá tey koma.
Húsvognar standa á havnalagnum. Tað skulu vera í minsta lagi 4 metur millum teir. Sí kortið yvir økið.
Halt koyribreytina fría, so neyðsynjarakfør altíð sleppa fram til allar húsvognarnar.
Ein pulvursløkkjari er í billettskúrinum.
Um eldur kemur í ein húsvogn:
- Bjarga teimum, sum eru í vanda.
- Fá øll út skjótast gjørligt.
- Royn at sløkkja.
- Ring 112 og boða frá.
Samarittarnir frá Reyða Krossi halda til á Havnaskrivstovuni. Ring á 283629.
Teir eru á stevnuøkinum:
- Hósdagin frá kl. 20.00 til kl. 00.00.
- Fríggjadagin frá kl. 20.00 til kl. 02.00.
- Leygardagin frá kl. 20.00 til sunnumorgun kl. 06.00.
Samarittarnir eru útbúnir at veita skjóta fyrstuhjálp á skaðastaðnum. Teir kunnu:
- Geva lívbjargandi fyrstuhjálp. Allir eru útbúnir at nýta hjartastartara.
- Geva sálarliga fyrstuhjálp.
- Geva lækna og sjúkrabilastarvsfólki lívsumráðandi upplýsingar.
- Geva vanliga fyrstuhjálp.
Ring 112 alt fyri eitt, um okkurt álvarsligt hendir.
Heyganesgøta, brekkan við Skipasmiðjuna, er stongd fyri bilferðslu. Neyðsynjarakfør sleppa altíð ígjøgnum.
Á Bakkavegi er koyring báðar vegir fram við Skivuni og út móti Grótbrotinum. Vanliga er einvegis ferðsla har. Fylg ferðsluskeltunum.
Innkoyring á keiøkið uttan fyri Skivuna er bannað. Avmarka bilferðslu á havnalagnum mest møguligt.
Parkeringspláss eru:
- Við Fiskivinnuskúlan inni á Fjørð: umleið 90 pláss.
- Við Vestpack inni á Fjørð: umleið 50 pláss.
- Oman fyri Atlantis: umleið 30 pláss.
- Í Grótbrotinum: umleið 70 pláss.
- Við Missjónshúsið og kirkjugarðin: umleið 25 pláss.
- Við ítróttarhøllina: umleið 60 pláss.
Eisini verður víst til breiðu vegirnar, til dømis Ovaraveg og Miðalsbrekku.
Halt leiðirnar fríar. Neyðsynjarakfør skulu altíð sleppa til og frá økinum og fram á øllum stevnuøkinum.
WC eru á Havnaskrivstovuni. WC-vognar standa:
- Við Gomlu Brannstøðina.
- Við flakavirkið.
- Innan fyri girðingina yvir móti brúnni.
Eftirlit er við WC-unum, og tey verða gjørd rein regluliga.
Húsvognar og bátar kunnu tøma kloakkina í rottangan við maskinverkstaðið og flakavirkið.
Stórar ruskbingjur frá IRF standa:
- Við bátabrúgvarnar.
- Við Gomlu Brannstøðina.
- Við flakavirkið.
Smærri ruskbingjur og ruskíløt eru á keiøkinum og í tjaldinum.